Beinta livdi um ár 1700 og hevði eina sjaldsama vakra útstráling. Sagt var, at ‘hun var kongedatter’.
Søgan um Beintu, er søgan um hendingaríka lívið hjá eini sterkari og sjálvbjargnari kvinnu í eini av harðastu tíðum í Føroya søgu.
Í bókini frætta vit um, hvussu hon sum smágenta rýmdi undan sjórænarum, hvussu hon tríggjar ferðir bleiv gift við prestum, hvussu hennara familja var fyri stórari vanlagnu í eini ógvusligari rættarsak og hvussu hon longu sum 35 ára gomul sat sum einkja eftir tveimum monnum og hevði mist bæði pápan og einastu systrina.