Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini. Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.