Saga og ferðalagið umborð á rúmdarskipinum Brimdir seta kós og móti gongustjørnuni Aohm fyri at ávara Tann ovasta sirkulin og forða Almaz fúrsta at taka valdið í stjørnubreytini.
Men tey berjast ímóti kensluleysari valdsgirnd, tí fúrstarnir av Kamenia eru ikki teir einastu, sum halda, at tíðin hjá Samveldinum er farin. Í eini roynd at finna samgongufelagar at hjálpa sær í avgerandi stríðnum at bjarga tí, hon trýr uppá, velur Saga at taka nakrar kjansir, sum seta hana og onnur við í lívsvanda.
Og nú er tíðin komin hjá Illarion – fíggindanum, hon hevur valt at líta á – at velja síðu SAMVELDIÐ er triðja bókin í virðisløntu science-fiction-røðini hjá Ceciliu Eken um Karanabreytina Ein stórfingin frásøga, har røddirnar flætta seg saman og siga frá um styrki og veikleika, og svikaráð, kríggj og so kærleikan, ið ber alt