Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum
føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar,
miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur.
Umframt beina tíðarrøð eru tað evropeisk mentasøgulig og bókmentasøgulig
sjónarhorn, sum liggja aftan fyri bygnaðin, og í viðgerðini verða teir føroysku
tekstirnir hildnir upp ímóti hesum rákum.
Uml. 125 síður í pappírsbókini