Tjóðskaparromantikkur - Føroysk bókmentasøga 1
(E-bók)
-
Upprunaland:
Faroe Islands
-
Framleiðsla:
Else Sjúrðaberg
-
ISBN:
978-99918-2-130-6
-
Vøruslag:
E-bók
-
Bókabólkur/ar:
Søga
-
Útgevarar:
NÁM
Tjóðskaparromantikkur er fimti og síðsti
kapittul í Føroysk bókmentasøga 1. Umframt
partin um tjóðskaparromantikk eru eisini formæli, inngangur, útgangur,
viðmerkingar, bókmentayvirlit og myndayvirlit.
Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum
føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum.
Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar,
miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og tjóðskaparromantikkur.
Umframt beina tíðarrøð eru tað evropeisk mentasøgulig og bókmentasøgulig
sjónarhorn, sum liggja aftan fyri bygnaðin, og í viðgerðini verða teir føroysku
tekstirnir hildnir upp ímóti hesum rákum.
Uml. 285 síður í pappírsbókini.