Her verður lagt nakað væl aftrat teirri krýnku við frásagnum frá spennandi ferðum of summarfrítíðum ymsastaðni í Føroyum í fimmtiárunum og forkunnugum uttanlandsferðum við skótum, skúlabørnum og fótbóltsspælarum fyrst í sekstiárunum eins og einasta túri Jógvans til skips. Áhugamálini vóru ymisk. Spældi bæði bortennis og fótbólt og fylgdi væl við ítrótti úti sum heima. Gjørt verður upp, hvussu ítróttarlívið vignaðist.