Samrøðan fer fram í Athen ein góðan várdag í árinum 402 fyri okkara tíðarrokning. Teir, sum skifta orð, eru Menon, ein blaðungur aðalsmaður úr Thessalia, og Sokrates, nú um 68 ár. Hjastaddir eru ein part av tíðini Anýtos, sum Menon býr hjá, og ein av hansara trælum.