1993-útgávan av Eini ferð inn í føroyskt er nú fullkomiliga endurskoðað og endavend. Bókin hevur lítið annað til felags við gomlu útgávuna enn, at hon lýsir hugtøk og fyribrigdi við drúgvum frágreiðingum og nógvum dømum. Bókin fevnir um nógv fleiri evni, viðgerðin er djúptøknari, verkevnini fleiri og víðfevndari, bendingamynstrini fleiri og nágreiniligur leitorðalisti. Torleikastigið er hækkað til mállæru, ið hóskar seg best miðnámi og framhaldslestri, hóast partar saktans kunnu verða nýttir í 10. flokki.