Kennir tú tjóðfugl okkara, tjaldrið? Les um, tá ið tjøldrini koma heim aftur at reiðrast, men ikki finna gamla reiðursplássið, tí fólk hava bygt hús har. Les um tjaldurspápan, sum dámdi so væl ost, og um lítlu Pinku, sum fekk ull um beinið. Fylg tjaldrinum frá tí tað kemur, til tað fer avstað aftur.