Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin, tú helt teg síggja, vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu. Tey leita í leikinum tóm rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?