Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um unglingan Rasmus Berg, sum er farin til Keypmannahavnar at lesa við lærda háskúlan. Har fær hann sær, sum vanligt var, latínskt navn, Erasmus Montanus, og kemur aftur til heimbygdina við fínum lótum at finna foreldur, bróður, gentuna, hann var og er góður við, og Per dekn, ið eins og Erasmus eisini erpar sær av latínkunnleika sínum.