„Ja, ja, so haldi eg, at Hansara nøs skal siga Honum tað, tá ið fólkini fyrstu ferð fara at tváa ull í Hansara prestagarði. Síggja tygum, ein tunna við tí slagnum stóð í garðinum, og Kristoffur tók og rendi madammuna so væl og virðiliga har niðurí og tváaði hana so avbera væl, at hon fekk at síggja, at hann væl kundi brúkast til at tváa ull reina.“
Og skiparin sat og flenti í kíki, men Petur var so sanniliga nógv minni enn so væl hýrdur av at hoyra allar hesar frásagnir, og ikki óttaleysur samanbar hann sítt egna stilla heim, har sum hansara gamla móðir, Durita, hevði gingið so still og roynt at hjálpt upp á faðir og hann sjálvan, við tað helvitisreiður, sum tóktist at bíða honum í Jansagerði.