Søgurnar í bókini eru rættiliga ymiskar og snúgva seg - sambært innihaldsyvirlitinum-um mangt og hvat,millum annað eina altan, automatgir, eina á, állar, eitt baðikar, barnaspæl, ein barnavogn, boardingkort, eitt bræv, børn, eina gávu o.a. Sum sjangruheiti man "bagatell" vera mest brúkt um tónleikaverk,men er tó eisini til sum bókmentasjangra,og merkir"lítið,ópretentiøst verk". Í dagligari talu verður orðið brúkt um okkurt,sum hevur lítið upp á seg,okkurt sum bert er ein viðfáningur.