Hegnisliga og stillisliga hevur Alexandur Kristiansen laðað ein vakran varða. Hann hevur flutt bitar av øllum teimum viðgitnastu yrkingum í evropiskum og amerikanskum bókmentum inn í føroyskt. Frá Homer til okkara dagar. Hann hevur sáldað tað besta úr tí besta. Vit kunnu nú lesa allar hesar perlur á okkara egna máli.