Læraralív soleiðis sum norðurlendsk lesandi síggja tað er úrslit av granskingarverkevninum Teacher Education Didactics in the North. Útgangsstøðið er felags tilfar, sum er ein lýsing av, hvat ið lesandi á fyrsta lestrarári halda vera serliga truplar uppgávur, og hvat ið tey halda, at tey megnaðu væl. 114 læraralesandi av læraraskúlunum í Íslandi, Svøríki, Noregi og Føroyum hava tikið lut. Bókin er komin út á føroyskum í dag; týtt tilfarið til føroyskt og ritstjórnað hevur Pauli Nielsen, sum eisini er ein av granskarunum. Tey lesandi í Havn eru sera kritisk og politiserað í síni meting av føroyska skúlaverkinum, og hvussu tað riggar. Tey eru upptikin av fakfelagsspurningum, eitt nú arbeiðstíð, arbeiðsumstøðum og so framvegis, og eru í høvuðsheitum rættiliga negativ í sínum svarum. Tey lesandi eru ivasom um ‘ein skúla fyri øll’ og vilja hava serundirvísing til teir truplastu næmingarnar. Tey lesandi í Luleå hava havt jaligastu upplivingarnar í starvsvenjingini og skriva við umsorgan og umtanka um næmingarnar sum ‘børn’. Tað, sum sermerkir tey lesandi í Svøríki, er, at tey eru ivasom um foreldrasamstarvið og hvussu tað skal fáast at rigga. Tey lesandi í Tromsø umtala næmingar sum næmingar, bæði tá ið tosað verður um skúla og heim. Tey eru upptikin av, hvussu tey skulu hava aga, og hvussu tey fáa í lag tillagaða undirvísing. Hvussu næmingarnir eru uppvandir er avgjørt størsta avbjóðingin hjá teimum læraralesadi í Reykjavík. Tey eru eisini upptikin av, hvussu tey skulu fáa í lag tillagaða undirvísing, einstaklingalaging og hvussu tey skulu hjálpa næmingum við serligum tørvi. Foreldrasamstarvið tykist eisini at vera ein trupulleiki. Sera fá av teimum lesandi í tilfarinum vísa nakað álit á, at læraraútbúgvingin kann gera tey betur før fyri at klára teir agatrupulleikar, sum tey uttan iva fara at renna seg í sum avlærdir lærarar. Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er at gera eitt íkast til nýggjan kunnleika, sum kann vera við til at bøta um dygdina í læraraútbúgvingunum í Norðurlondum. Granskararnir eru Mary Brekke, doktari á Høgskolen í Tromsø, Avdeling for lærerutdanning, Kari Søndenå, professari og doktari á Høgskolen í Tromsø, Avdeling for lærerutdanning umframt universitetinum í Stavanger, Ragnhildur Bjarnadóttor, doktari á Kennaraháskóla Íslands í Reykjavík, Pauli Nielsen, granskari og cand. ped. á Føroya Læraraskúla, og Inger Karlefors, doktari og lektari á Institutt för utbildningsvetenskap á Luleå tekniska universiteti. Tilfarið skal í seinna parti av verkætlanini vera grundarlagið fyri einstaklinga- og felags reflektión.