Heðin Brú man enn sum áður vera Føroya mest lisna og umhildna skald. Tað finst valla mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsøgum og stuttsøgum. ”Loystur úr fjøtrum” er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboðum, sum til ber.