Søgan um Ravnkel Froysgoða
(E-bók)
-
Týðari:
Poul Vestergaard
-
Kápusnið:
Else Sjúrðaberg
-
Upprunaland:
Iceland
-
Framleiðsla:
Else Sjúrðaberg
-
ISBN:
978-99918-73-18-3
-
Vøruslag:
E-bók
-
Bókabólkur/ar:
Norrønar bókmentir
Ravnkel Froysgoða er íslendsk
søga um unga drongin, Ravnkel, sum kemur til Íslands í landnámstíðini seinast í
800-talinum.
Ungi Ravnkel setir búgv í einum
dali, har hann ger stóra blótveitslu fyri Froyi, gudi sínum. Hann fær sær
nógvan fenað, seyð, neyt, geitir og ross. Men aftur at hesum eigur Ravnkel ein
dýran grip, sum hann metir hægri enn alt annað, og tað er hesturin, Froyfaksi.
Ravnkel vígdi og gav Froyi helvtina av hestinum, sum eisini nevndist eftir
gudinum. Síðan svór Ravnkel tann eið, at um nakar maður setti seg á hestin og
reið honum, skuldi hann láta lív.
Stóran garð við nógvum fenaði
hevur nú Ravnkel, og nógvir ungir menn biðja sær starv á garðinum. Eisini ein
fátækur drongur kemur til garðs og biður starv, og hann sleppur at røkta seyðin
uppi í dalinum, men verður biðin um at hava eyguni væl við Froyfaksa og
ryssufylgi hansara.
Hvat, ið síðan hendir, skal ikki avdúkast,
men spennandi søga tekur seg upp við ógvisligum fylgjum fyri allar partar.