Snorri lýsir, hvussu heimurin
varð skaptur, hvussu menniskjan varð til, og hvussu samfelagið varð skipað. Her
er tað stóra kosmiska træið, Askin Yggdrasil, sum heldur øllum uppi, sum bindur
himmal, jørð og undirgrund saman í eind og heild.
Í miðdeplinum er søgan um Baldur,
gudin, ið verður dripin eftir ráðum frá tí svikafulla Loka, og hetta svik og
deyðsfall boðar frá enda á øllum og tann endaliga undirgangin. Í seinasta
stríðnum berjast gudar móti jøtnum, og allur heimurin gongur til grundar í
heimseldinum.