Rithøvundurin, Edmund de Waal, er altjóða viðurkendur
keraldasmiður. Verk hansara verða sýnd fram kring allan heim. Ein dagin arvaði
hann eftir ommubeiggjan savn av 264 evarska smáum, útskornum, japanskum figurum
úr viði og fílabeini – nevndar netsukur – sum hava verið ogn familjunnar síðan
1870-árini. Arvurin og listlutirnir gera hann forvitnan, og hann fer
rannsóknarferð aftur í evrope-iska søgu fyri at fáa uppspurt, hvør hevur nortið
við hesar vøkru, smáu skapningar, hvør hevur verið góður við teir og virt teir,
og hvat teir munnu hava sæð og upplivað.
Hetta er bakgrundin fyri hesa sermerktu
endurminningarskaldsøgu, har Edmund de Waal í einum fær lýst bæði søguna hjá
netsukunum og egnu ættarsøgu. Hann er eftirkomari av múgvandi jødisku
ephrussiættini – mæt bankaætt við glæsiligum húsum í París og Wien, ovurrík
familja við ómetaliga dýrabarum lista- og bókasøvnum. Men tá ið annað
heimskríggj er avhæsað, eru tær 264 netsukurnar stórt sæð tað, tey eiga eftir
av familjunnar víðfevnda fíggjarveldi.
Bókin tekur okkum við á ferðini hjá netsukunum – um
meginlond og øldir. Hetta er hjartanemandi søga um kríggj og frið, ovurhuga og
tap.