Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jónsdóttir er í stórum systkinaflokki. Pápan hava tey mist á sjónum. Ímóti allari siðvenju hevur mamman sett sær fyri, at øll børnini skulu hava útbúgving – gentur sum dreingir. Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hesum máli.
Karitas hittir eina konu, sum málar. Hon sær, hvussu gávurík Karitas er, og sær til, at hon sleppur á listaskúla í Keypmannahavn á leið 1920.
Afturkomin til Íslands fimm ár seinni og vóngóð um at fara undir sítt listarliga lívsverk, verður hon við barn, endar á einum fátæksligum smáplássi, og lívið broytir kós. Tilveran verður ein kensluborin togan millum at fáa list og kærleika at trívast í einsemi og fátækt – á smáplássi við sjómanni, fleiri børnum, í eini kroysu.
Søgan er um tey kor, sum konufólk lótu sær lynda, tað hjálpsemið, sum gjørdi, at tær hóraðu undan, og tað ófatiliga seiggið, ið var í teimum.