Óttin fyri at vera øðrvísi bilgist í Trinu. Hon skúgvar kenslurnar fyri Vilborg burtur og leggur í staðin alla orku í at koma saman við einum dreingi. Um somu tíð royna Nora og Nick at menna eitt parlag sínámillum, uttan at nakar annar fær frænir av tí.
Og niðurteljingin heldur fram – til tann dagin, tá ið antin Nora, Benadikta, Trina ella Vilborg skal doyggja.
Men tá ið fyrsta morðið hendir – sum snarljós av klárum himli – er tað ein heilt onnur, sum má lata lív. Ein, sum stendur teimum fýra gentunum nær …
Og niðurteljingin heldur fram – til tann dagin, tá ið antin Nora, Benadikta, Trina ella Vilborg skal doyggja.