Útgávan er liður í miðlan savnsins av mentanararvinum í Kirkjubø. Í høvuðsheitum fevnir hesin mentanararvur um leivdirnar av stórbæru dómkirkjuni, sum vit vanliga nevna Múrin, um sóknarkirkjuna, ið er einasta miðaldarkirkja, ið enn er í brúki í Føroyum, um lítlu kirkjutoftina úti á Líkhúsfløtti og um tað, sum eftir er av biskupsgarðinum. Gamli bispagarðurin er í dag partvíst kjallari undir miðaldarligu bóndahúsunum í Kirkjubø.