Hann eigur 90 sangir í Songbók Føroya fólks. Í tí frálíku Barnasangbókini, sum Mentamálaráðið gav út í fjør, eigur hann ta størstu tekstnøgdina, 13 sangir. Hansara sangir verða sungnir við alskyns høvi, á føðingardøgum, í brúdleypum, í veitslum, í skúlum, á barnagørðum og vøggustovum og – sjálvsagt og ikki minst – tá midnáttarsangurin ljóðar á ólavsøku.
Sum høvundur læt Hans Andrias úr hondum yrkingasøvn, skúlabøkur, barnarímur, sjómansrímur, søgusøvn, ævintýr, sjónleikir, eitt lítið sálmasavn og eina skaldsøgu.
Bókin um Hans Andrias er ein bókmentalig ævisøga. Í hesum liggur, at høvuðsdenturin er lagdur á at umrøða og viðgera skaldsins bókmentaligu tekstir og – í summum førum – kanna eftir, um ævisøguligar upplýsingar kunnu varpa ljós á einstakar teirra.
Í formælinum skrivar høvundurin, at henda bókin er ein kontekstuell ævisøga, t.e. at skaldsins lív og virki verða sæð og lýst sum partar av einum tíðarsamanhangi. Dømi um slík samanhang er søgan um grein sjey, sum kom í gildi í 1912 og ásetti, at danskt í høvuðsheitum var lógarfest kenslumál í Føroyum. Trýst elvir til móttrýst, og sambært einari heimild gjørdi henda lógargrein sítt til, at Hans Andrias yrkti sínar barnarímur. Eitt annað dømi er tað serliga samskiftið millum tjóðskaparhugað í Føroyum, Íslandi og Norra. Ein frukt av hesum ráki var Norrønaferðin í 1928, úr Bergen til Orknoya, Hetlands, Føroya, Íslands og aftur til Bergen.
Sum nevnt var Hans Andrias tveir túrar til skips. Hetta festi í honum ein serligan samhuga við tí føroyska sjómanninum. Fyrri helmingur av 20. øld – serstakliga tríatiárini og seinni heimsbardagi – var ein hørð tíð, ikki minst fyri føroyskar sjómenn. Hans Andrias lýsti sín samhuga við bókini Sjómannsrímur, sum kom í 1925. Seinni yrkti hann aðrar sjómansrímur, og mangar teirra gjørdust tiltiknar, eftir at Regin Dahl seinni hevði gjørt løg til teirra. Lagt kann verða aftrat, at Hans Andrias eisini í røðu, ið varð hildin á fólkafundi í Hesti tann 10. juni 1934, umrøddi føroyskar sjómenn, konur og børn teirra. Í tíðini frammanundan vóru 5 skip burturgingin. Hetta gav hansara røðu eitt álvarsemi og eina dýpd, sum fingu fólk at sita sum undir lestri.
Bókin um Hans Andrias er tilsamans 804 síður og verður útgivin innbundin í tveimum bindum. Bókin fæst á framløgudegnum fyri serprís. Eisini ber til at fáa eintøk signerað av høvundinum.
(Frá in.fo)