Vølsungasøga
(E-bók)
-
Týðari:
Poul Vestergaard
-
Kápusnið:
Else Sjúrðaberg
-
Upprunaland:
Iceland
-
Framleiðsla:
Else Sjúrðaberg
-
ISBN:
978-99918-73-17-6
-
Vøruslag:
E-bók
-
Bókabólkur/ar:
Norrønar bókmentir
Høvuðspersónur í hesi spennandi
søgu er Sjúrður Sigmundarson, sum vit kenna frá okkara Sjúrðarkvæðum. Sjúrður
er fimti í røðini av kongshetjum, ið gongur aftur til vísdómsgudin og
sigursfaðirin Óðin. Hesin sami guddómur er eisini tann mátturin í flestu
tilburðunum: tá ið svørðið Gram verður borið inn í høll; tá ið stormurin skal
linka fyri siglandi skip; tá ið hesturin Grani verður valdur, og tá ið Sjúrður
skal verjast í grøv fyri eitrinum í orminum.
Sum ein reyður tráður gjøgnum
part av søguni sæst girnd og stríð eftir gullinum. Lokki hevði noytt dvørgin
Andvara at lata gudunum gull at nýta sum loysigjald fyri dráp. Men tá ið
dvørgurin verður hóttur til eisini at lata seinasta gullringin frá sær, leggur
hann bann á alt gullið.
Søgan sigur frá bæði
yvirnatúrligum og undirjarðiskum máttum. Umframt gudar, síggja vit nornur, ið
leggja lagnu fyri barnið, eina valkyrju, ið verður dømt til at giftast heldur
enn at stríðast. Her er hamskifti, menn í úlvaskinni, varúlvar og ein úlvatík,
sum innast inni er ongin onnur enn drotningin og kongsins móðir.
Hvør, ið er tann veruligi Lord of
the Ring við ræði á gulli og ringi, fær lesarin at vita í Vølsungasøgu.