Boggelibogg
(Bók)
Halda Dalbø
Boggelibogg býr í ósanum. Tað kundi verið nær hjá tykkum, men ósin hjá Boggelibogg er í Lítluvík. Har er ordiliga gott at vera, og hann hugnar sær hvønn dag saman við vinum sínum. Teir elska at bólta rút í stóra fossinum og sóla sær.