Myndasøgan um Menniskjusonin er grundað á tey fýra evangeliini í nýggja testamenti. Pætur apostul lænir okkum eygu at síggja tær hjartanemandi og skakandi hendingarnar kring Jesu lív. Lisarliga hevur teknarin Peter Madsen megnað at skapt eina myndasøgu, so at mong fara at kenna seg aftur í hesi ódeyðiligu søguni.