Savnið fevnir um eitt samdøgur, frá tí sólin rísur til hon setur. Yrkingarnar eru býttar sundur í sjey partar. Hvør partur byrjar við einum prosalyriskum, náttúrusansandi broti, har yrkjarin heilsar sólini, havinum, manntóma landslagnum, urtagarðinum og húsinum, alt eftir hvar á degnum, vit eru stødd. Hvør partur snýr seg um tað sama: at vera tætt at menniskjum, sum eldast ella skulu doyggja, men snýr seg samstundis eisini um náttúruna, um málið, um ljósið, um myrkrið og um mynstrini, sum finnast alla staðni.