Fátt er betri - 1196 orðatøk á føroyskum –Nú eru føroysk orðatøk savnaði á einum stað. Fátt er betri eitur nýggja bókin, ið inniheldur 1196 orðatøk á føroyskum. Bókin savnar og skipar føroysk orðatøk, so lætt er at finna hóskandi orðatak til eitthvørt høvi. Bókin er skipað í tveir partar. Í fyrra eru orðatøkini skipaði eftir innihaldi og í seinna í bókstavarøð.