Kvæði - nýggj sjónarmið er eitt greinasavn, sum leggur fram nýggj úrslit úr kvæðagransk-ingini. Aldur og uppruni hjá Sjúrðar kvæðunum eru viðgjørd úr tveimum mótsettum og nýggjum sjónarhornum. Runsivalsstríð verður lýst sum kristin allegori og um blettaðar hetjur. Úrslit av kanning um leiklutirnar hjá skiparanum í dansinum verður løgd fram. Kvæði og dansur sum performans - framførsla - er evni í fleiri greinum, og ein grein viðger sambandið millum rap og kvæðamentanina.