Alt, eg ikki minnist er ein ógloymandi kærleiksfrásøgn um okkara tíð og prísin, vit menniskju rinda, fyri at liva saman.
Hon er eisini søgan um ein rithøvund, sum við at fylla holini út í søguni um Sámal roynir at finna sannleikan um seg sjálvan. Tí tá ið samanum kemur, hvat verður eftir av øllum okkara minnum, sum so skjótt fjara burtur? Hvat liggur fjalt í øllum tí, vit ikki minnast? -Og hvat eru vit, annað enn frásagnirnar hjá øðrum um okkum?
Skaldsøgan krevur ein varnan og vaknan lesara. Khemiri skiftir ímillum fortíð og nútíð, millum fleiri fláir, millum ymisk frásøgufólk í stuttum brotum. Frásøgustílurin er samansettur, men hann er so reglufastur, at tú venist skjótt við hann.