"Eg hevði fingið frí hetta vikuskiftið. Deiligt! Segði við hana, at um eg ikki slapp ein harratúr við Olla og Hera, so endaði eg sum grein í næstu útgávu av Kvinnu undir yvirskriftini: Andy, new-age maðurin við teimum innaru bleytu virðunum, sum ansar børnum, leggur klæðir saman og vaskar upp. Og tað fór at vera stór vanærilig skomm. Menn mugu fáa luft, skjóta harur, fara á fjall og í býin"