Sýni & Dýpi 2 er onnur bókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað øðrum ári í trý ára A-stigi. Bókaheildin er upprunaliga givin út sum netborin sBók, og pappírsútgávan er ein skerd útgáva. Bókaheildin er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum, Sýni 2, eru ástøði og kunning um mál- og bókmentasøgu fram til ár 1900 umframt partar um málpolitikk og samansettar tekstir. Í seinna partinum, Dýpi 2, er tekstasavn, sum er skipað eftir tíðarskeiðunum í bókmentasøguni í Sýni 2.