Av longum leiðum
(Bók)
Gunnar Hoydal
Gunnar Hoydal
Fyrstu ferð, hann sum smádrongur skal úr Havnini og heilt norður til Kvívíkar, grætur hann síni søltu tár. Hann hatar eisini at fara til Keypmannahavnar at vitja ommuna, tí hansara egni heimur heima hevur alt, hann trákkast eftir. Seinni liggur leiðin út í heim. Fyrst til Suðuramerika. Síðan lesur hann til arkitekt í Keypmannahavn og fer so bý av býi um alt Evropa at forvitnast, eygleiða, uppliva.