Bókin er ein roynd at lýsa orsøkir til, at Føroyar sum eindømi á okkara breiddarstigi hava ment seg seg frá miðøld til nútíð, til framkomnan búskap og tjóð í so stóran mun, at vit eru fjølgað úr 4.500 fólkum til yvir 50.000 íbúgvar í dag.
Føroyingar mentust frá seiðabergi til nótaseið, frá korn- til eplavelting, frá ongul og steini til línu, frá 8-mannafari til slupp og ‘motorar’, skonnartir, frá segli til hjálpimotorar, frá gomlum til nýggjar trolarar, línubátar, frá fiskiskapi við Føroyar til Íslands, Grønlands o.a. fjarleiðir.
Gerandisdagurin hjá fjøldini verður lýstur, frá torvi til kol og nú olju sum brennievni, frá grúgvu og lýsikolu um petroliumslampu til elorku til ljós, hita og matgerð. Hvørjum livdu og doyðu føroyingar av: eini 15 sjólát um árið, hópdeyða í barnsferð, nátasjúku og bróstsjúku.
Bókin viðger m.a. endurreisn Løgtingsins, stórbroytingar í 1850-árunum, politiska dvalan men vaksandi búskapin seinni í 19. øld.
Mesta innihaldið lýsir, hvussu hart, skitið og stutt lív føroyinga var, til í dag vit eiga eitt av heimsins fremstu samfeløgum við uppsjóvarvinnu og laksaaling, ið eru sjálvfíggjað.