'Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði' lýsir sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og sálarfrøðiligum kanningum.