Henda spennandi fantasy-bókin er fyrsti partur í krýnikuni um Jarmaland. Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Teimum leingist eftir kjøti, feskum kjøti … Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herin, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein ferð, sum førir teir móti tí botnleysu avgrundini aftan fyri Salajak, har gudinnan Hel hevur valdið - Jarmaland.
Svøríki í 1300-talinum - Ein tíð við kríggi og valdsstríði, og har vittrur, álvur og lindormar vóru líka verulig og vandamikil sum svartideyði.
Johan Theorin skrivaði, og Vagnur Streymoy týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 355 síður og til tey,
sum eru uml. 12 ár og eldri.