Tey, sum hava lisið Undur, kenna Julian sum happaran, ið ger lívið truplt fyri Auggie. Í hesi bókini hoyra vit um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. - Ein sterk og fullkomiliga ógloymandi grafisk skaldsøga eftir virðislønta rithøvundin R.J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur.