Bókin er skrivað yvir fleiri ár. Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu. Hvørjar avbjóðingar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið.