Í bókini vísa teir báðir á, at trúbótin kom í lag av tí, at ein luthersmaður í 1536 vann innlendisstríðið í Danmark og gjørdist kongur har. Hesin var Kristian 3. Danmark og Noreg høvdu sama kong, og hann hevði ræði á hervaldinum. Tí bar til hjá Kristiani 3., eftir at hava vunnið valdið í Danmark,at nýta sín norska her at berja niður alla mótstøðu í Noregi og seta í fongsul teir biskupar og prestar, sum ikki vildu svíkja sína trúgv. Hetta hendi eisini í Íslandi og Føroyum.