'Býarbókasavnið 50 ár – Brot úr søguni' er eitt minnisrit um Býarbókasavnið í Havn, sum 5. apríl 2019 hevði 50 ára stovningardag. Ein spennandi og til tíðir skemtingarsom og undrunarverd frásøgn um eitt bókasavn mitt í havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og sum hevur ment seg til tað nútímans bókasavn tað er í dag.