Heimskringla byrjar við frumsagnum og sagnum, og síðani er ein søgulig frásøgn um norðurlendskar, fyrst og fremst norskar kongar og jallar. Við sínum framúr frásøgukynstri greiðir Snorri frá lívi og lagnu teirra, stríði og bardaga, men eisini frá kenslum og gerandisviðurskiftum. Heimskringla røkkur fram til 1177; tað er um somu tíð, sum Sverri kongur og Snorri Sturluson vórðu føddir.
Í Heimskringlu finna vit søgurnar aftan fyri fleiri kvæði, t.d. Ormin Langa og Gudbrandskvæði.