Sekstan ára gamli Mánasteinur livir fyri filmum, sum verða
vístir í báðum biografunum, sum eru í býnum. Tá ið hann svevur, droymir hann um
filmarnar í útgávum, har vevnaður av hendingum verður flættaður saman við
træðrir úr hansara egna lívi. Tá ið hann er vakin, heldur hann til í útryðju
samfelagsins.
Spanska sjúka ger innrás í Reykjavik, túsundtals fólk verða
sjúk, og stívliga tvey hundrað doyggja. Farsóttin herjar býin og syndrar tann
trygga, heimliga gerandisdagin, og ein annar daprari veruleiki tekur við.
---
„MÁNASTEINUR“ er ein meistaralig skaldsøga, har ógviliga
ymiskir heimar – filmur, kynslív, ein farsótt og sjálvstýrið hjá einari tjóð –
verða vovnir saman í eina vakra og samandrigna søgu.