Trina tók hondina á Vilborg og førdi hana inn undir T-troyggjuna hjá sær. - Meinar tú tað? spurdi Vilborg, mest fyri at fáa ein lítlan skáa. Hon føldi heita holdið á Trinu ímóti fingrasnippunum, hon hevði ilt við at anda natúrliga og var deyðarædd fyri, at tað, hon gjørdi, ikki skuldi vera nóg gott."
At nakað so meinaleyst, so natúrligt kundi broyta alt? Vilborg og Trina mussaðust, og frá teirri løtuni var verðin vorðin heilt øðrvísi. Hon gjørdist nýggj og spennandi - vandamikil!
Tí hvat, um onkur sá tær?
Tí hvat, um onkur sá tær?
Nú vóru bara tvær viku eftir, til ein av teimum trimum vinkonunum skuldi doyggja …