Hon er um ein drong um 14 ára
aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er
hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum; hann ger av at fara aftur til
býin, haðan alt byrjaði. Á leiðini kemur hann út fyri mongum ræðuligum, sum
hann roynir at stríðast ígjøgnum.
Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum
lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Um somu tíð sum bókin er
ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvusligt.
Hon er egnað til størri børn
og ung.