Yrkingasavnið Skuldsett leggur seg afturat, ella er eitt slag av framhaldið av skaldsøguni Psykosudrotningin sigur frá
”Við verkinum vil eg lýsa tað at koma seg av einari psykosu. Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku
hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førinum av
psykosu, at tað er tauma sum útloysir røddirnar, paranoia ella sjónshallustinatiónir. Men hetta vil
psykiatrin ikki viðurkenna, hon metir at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð, sum
absolutt ikki gevur nakra meining, tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk. Tó er
einasta viðgerðar tilboð til fólk við psykosum oftast nógvur heilivágur, sosialførleika venjing og kognitiv
remediering. Hesi tilboð eru als ikki nøktandi, og við bókini vil eg vísa á, hvussu skalðiligt tað er fyri
lekingina at taka heilivág. Heilivágurin gevur hjáárin og doyvir egið so nógv, at viðkomandi ikki kann
arbeiða við sínum kenslum. Tá egið byrjar at fáa samband við kenslurnar, so kemur lekingin. Egið er
rasandi inná alt sum er hent, og tá vreiðin fær loyvi at vísa seg, so hvørvur psykosan”.