Áhugan fyri ull og vitan um gamla siðvenju hevur Nicolina fingið frá mammu síni, ið dugdi so serliga væl at siga frá, hvussu væl tey fóru um ullina, og hvussu varð gjørt burtur úr henni. Mamman livdi, til hon var 92 ára gomul. Hon kundi binda søgur og siðvenju aftur til barnaárini, ikki bara um ull, men eisini um vanligan gerandisdag og høgtíðir. Hesar røtur, ið Nikolina eitt langt lív hevur fjálgað um, letur hon okkum í arv í hesi bók. Røtur langt aftur í forna føroyska bóndamentan, tá ið ull veruliga var Føroya gull. Vit fáa at vita, hvaðan føroyska seyðaslagið er komið, og hvussu er blandað við annan seyð. Nikolina ger ferð gjøgnum Suðuroynna og hyggur at teirra seyðametan. Vit eru í áseyðaroyting ymsastaðni kring oyggjarnar - og hon fírir ikki fyri at siga sína meining um, hvussu farið verður um nú á døgum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu ull verður nappað og karðað og spunnin. Vit læra at garva roð og seyma rotuskógvar. Vit læra at lita tógv við tí vøkstri, ið føroyska náttúran gevur okkum. Bókin er ein siðsøguligur gripur, sum ætlaður er bæði teimum, ið alment er áhugað í hesi mentan, ið nú fer um sýn, og teimum, ið framvegis arbeiða við hesum tilfari, undirvísa í at tøta, garva, spinna, lita og annað mangt.