Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini, og ein dagin gloymir hann at leggja fyri tey. Tá er innistøðuni ovboðið, og tey reisa seg ímóti hesum fullkomna óskilinum. Teir, ið standa fyri uppreistrinum, eru gøltarnir Napoleon og Snowball. Teir streingja tað heit at skipa garðin av nýggjum í rættvísi og til gagns fyri øll. Nú verður tað animalisma, ið fer at ráða. Sjey boð eru grundreglur animalismunnar: Alt, sum gongur á tveimum fótum, er fíggindi Alt, sum gongur á fýra fótum ella hevur veingir, er vinur Einki djór skal ganga í klæðum Einki djór skal sova í song Einki djór skal drekka brennivín Einki djór skal drepa eitt annað djór Øll djór eru javnlíkar Teir geva garðinum nýtt navn og umskipa alt, sum lovað. Umskipanin fer at gagna øllum teimum ferføttu. Men tíðin líður, og hugsjónir og fyrimyndir kámast og fara síðan heilt í gloymskuna. JAVNLÍKAR er søgan um kollveltingina, ið miseydnaðist. Hetta er speiska søgan um, hvussu rot stendst av valdi, hvussu vald oyðileggur góðar hugsjónir.