Jógvan Arge hevur skrivað krýnikuna “Havnarmaður og gøruskuri” um barna-og ungdómsárini. Hetta er 20. bókin, hann letur úr hondum. Hesaferð er pallurin tað umhvørvið, hann vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við storum H, og mamman av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu. Krýnikan er ein ferð hús í húsi í stóra grannalagnum við søgum um børn og vaksin. Hon er eisini søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og Syðrugøtu.