Rit & Rák brúkar tað, ið verður rópt, SSL-samband til at flyta títt kortnummar. Tað merkir, at tú kanst vera vís/ur í, at eingin annar fær fatur á tínum kortnummari. Persónligar upplýsingar verða savnaðar við atliti at eini veiting. Allar persónligar upplýsingar, ið verða latnar, tá ið tú keypir, verða viðgjørdar í trúnaði og bara brúktar til at avgreiða handil og sending.
Upplýsingarnar eru bara tøkar hjá teimum, sum hava ábyrgdina av ávikavist alnetsavgreiðslu og at avgreiða bíleggingina. Persónsupplýsingar (tvs. navn, adressa og t-postadressa) verða ikki sendar bronglaðar til virkið og verða goymdar óbronglaðar í eini databasu.