Vit hava forvitnast og kanna hvørjar føroyskar bøkur seldu mest gjøgnum tað undrunarverda árið 2020, og her hava vit listan yvir tíggju tær mest seldu bøkurnar gjøgnum árið ið fór.
1. Paranoia - Jógvan Isaksen
2. Heimabakstur og Ítriv - Ranvá Knudsen
3. Skakandi tilburðir 15
4. Fjallanøvn í Føroyum - Eivind Weihe
5. 5 minuttir long ævintýr
6. Ein annar er gull - Sólrún Michelsen
7. Millum fjals og fjøru - Jógvan Arge
8. Sum rótskot - Marjun Syderbø Kjelnæs
9. Ein táttur er silvur - Sólrún Michelsen
10. Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar - Jóan Pauli Joensen
Eisini er tað nevnivert at uppskriftabókin Góðaráð, eftir Jonhild Henriksen, sum frá fyrstan tíð kom út í 1987, aftur í ár gjørdist ein av best-seljandi bókunum. Góðaráð er nú komin út í seks útgávum.
GG. Topplistin er gjørdur út frá søluni í Rit & Rák í tíðarskeiðinum 1/1/20 – 31/12/20